Mammukroppur og sjálvsálit

Í skjótt 8 ár havi eg ikki havt mín ”vanliga” kropp. Eg sakni hann. Mín kroppur er broyttur ógvuliga nógv aftaná eg havi átt børn. Tvs. Eg havi tikið nógv kilo uppá, húðin um búkin er leysari. Boppurnar hanga. Strekkmerkir allastaðni. Eg hyggi eftir myndum av mær sjálvum, frá tá ið eg vigaði umleið 30 […]

Les meira

Jólini 2019

Hesi jólini hava verið sera hendingarík. Eg byrjaði aftur at arbeiða eftir at mín barsil var liðugur t. 17. Dec. Tað var bæði deiligt og løgið at byrja aftur. Liam er tíbetur ikki farin á stovn enn, tí at eg arbeiði so lítið, at tað riggar at hava hann heima. Tað eri eg sera glað […]

Les meira

Eg gleði meg til eg sleppi at sova aftur!

Síðsta vika var ein serliga strævin vika. Ólavur hevur arbeitt nógv í seinastuni, og serliga hektiskt ta vikuna, og tað hevur kravt eitt sindur meira av mær á heimafrontinum. Eg merki so væl, tá ið Ólavur er her minni, tí vit mest sum hjálpa hvørjum øðrum við tí mesta heima, tá ið hann er komin […]

Les meira

Liam er hálvt ár og ein mánaða!

Teir síðstu seks mánaðirnir hava verður nakrir av teimum harðastu, og nakrir av teimum bestu í mínum lívi. Mín deiligi lítli gullklumpur kom til verðina, og ríkaði mítt lív, so at eg nú kundi gleðast um at eiga trý deilig børn. Tær fyrstu vikurnar aftaná Liam varð føddur vóru ógvuliga strævnar, tí eg skuldi venja […]

Les meira

Ein dagur í lívinum í barsil

Tíðliga í summar fekk eg eitt hugskot um at vísa, hvussu ein dagur í lívinum hjá mær er, meðan eg eri í barsil. Eg hugsaði fyrst um at skriva alt niður, men so helt eg tað vera nokk so stuttligt at prøva og filma alt. Tað gjørdi eg so. So havi eg sitið og baksast við […]

Les meira

Vælkomin á mín mammublog!

Eg havi leingi havt eitt ynski um at gera ein mammublog, bæði fyri at hava eitt kreativt outlet, og fyri at kunna vera erlig um allar tær útfrordringar og gleðir, sum koma í samband við at vera mamma. Eg eigi tvey deilig børn, og havi eftir báðar føðslar gingið í mammubólk, og eg havi dámt […]

Les meira

Mín traumatiski fyrsti føðsil

Eg og maður mín, Ólavur skuldu hava okkara fyrsta barn, Oliviu. Eg var so spent og glað. Hetta var ein planlagdur graviditetur, og í røttum ’Eva style’ læs eg alt sum eg kundi, um hvat eg kundi vænta, meðan eg var við barn. Eg fylgdi við á einari heimasíðu, um hvussu baby útviklar seg viku […]

Les meira