Eg gleði meg til eg sleppi at sova aftur!

Síðsta vika var ein serliga strævin vika. Ólavur hevur arbeitt nógv í seinastuni, og serliga hektiskt ta vikuna, og tað hevur kravt eitt sindur meira av mær á heimafrontinum. Eg merki so væl, tá ið Ólavur er her minni, tí vit mest sum hjálpa hvørjum øðrum við tí mesta heima, tá ið hann er komin […]

Les meira

Liam er hálvt ár og ein mánaða!

Teir síðstu seks mánaðirnir hava verður nakrir av teimum harðastu, og nakrir av teimum bestu í mínum lívi. Mín deiligi lítli gullklumpur kom til verðina, og ríkaði mítt lív, so at eg nú kundi gleðast um at eiga trý deilig børn. Tær fyrstu vikurnar aftaná Liam varð føddur vóru ógvuliga strævnar, tí eg skuldi venja […]

Les meira

Ein dagur í lívinum í barsil

Tíðliga í summar fekk eg eitt hugskot um at vísa, hvussu ein dagur í lívinum hjá mær er, meðan eg eri í barsil. Eg hugsaði fyrst um at skriva alt niður, men so helt eg tað vera nokk so stuttligt at prøva og filma alt. Tað gjørdi eg so. So havi eg sitið og baksast við […]

Les meira

Eg vildi vera heimagangandi

Í mínum barndómi og ungum árum, havi eg ongantíð hugsa nakað serligt um at blíva gift og fáa børn. Tað var so langt frá mínum hugaheimi, at eg hugsaði heilt seriøst at eg fór at vera single alt mítt lív. Eg plagdi at skemta við mínar vinkonur um, at eg ætlaði at blíva nonna. Perfekt! […]

Les meira

Mín traumatiski fyrsti føðsil

Eg og maður mín, Ólavur skuldu hava okkara fyrsta barn, Oliviu. Eg var so spent og glað. Hetta var ein planlagdur graviditetur, og í røttum ’Eva style’ læs eg alt sum eg kundi, um hvat eg kundi vænta, meðan eg var við barn. Eg fylgdi við á einari heimasíðu, um hvussu baby útviklar seg viku […]

Les meira