Hey, eg eiti Eva Andresen. Vælkomin á mín mammublog! Á blogginum fari eg at deila mínir tankar, upplivingar og kenslur í samband við at vera ein nútímans arbeiðandi mamma og kvinna.
Eg eri fødd og uppvaksin í Havn, og havi ferðast nógv í mínum lívi. Ein túr í Norra, runt í Evropa, Pólandi, og so búðu maðurin og eg í Onglandi í 3 ár, har vit lósu. Eg eri ein lívsnjótari, sum elski at droyma, meðan eg samstundis dugi at hava bæði beinini niðri á jørðini. Í 2006 giftist eg við mínum deiliga manni, Ólavi, og vit eiga 2 børn, Olivia og Eli.
Vónandi fært tú gleði av at lesa um mínir tankar, royndir og gleðir av at elska lívið sum mamma. 🙂