Páskini hjá okkum vóru ikki heilt tey somu, sum onnur ár. Tey flestu av okkum upplivað hetta sama, at vit ikki kunnu vera saman við familju á páskum, og hava tær somu traditiónirnar, sum vit vanliga hava.
Vit royndu kortini at hugna okkum. At gera ein góðan páskadøgurða sunnudag, pynta okkum eitt sindur, eta páskaregg, og rulla páskaregg sjálvandi. Av tí at tað er ein úti aktivitetur, hildu vit, at tað var hóskandi, um øll systkinabørnini sluppu at rulla saman. So vit møttust niðri í Hoydølum, og rullaðu har aftanfyri skúlan. Tá ið vit komu, vóru eingi onnur har, men aftaná ein góðan tíma, streymaðu fult at fólki til. Tá byrjaði eisini at dropa eitt sindur, og blíva kaldari, so vit vendu leiðina heim aftur. Ein sera væl eydnað løta, hóast hesa Korona tíð.
Eg saknaði alvorliga at vera saman við familju á páskum, so tað var eitt gott plástur uppá sárið, at vit øll møttust, sum vit plaga, at rulla egg saman.