Deiligt at vera úti í vikuskiftinum

Vikuskiftini eru eitt sindur ørðvísi nú tá ið børnini eru heima alla vikuna, og hesuferð mátti eg út. So vit lótu alt óruddið liggja og fóru út í náttúruna at lada upp til vikuna eftir.

Eg má siga, at hetta hevur verið ein sera løgin tíð. Og eg havi ikki ordiliga vita hvussu eg havi skulla fyrihildið meg til hana. Eitt er, at eg havi stúrt fyri hvat kemur at henda við hesum virusi, og hvussu tað verður at ikki fara til arbeiðis, og ikki síggja fólk. Hinvegin havi eg eisini verið glað fyri at hava børnini heima, og at hava tíð til at gera ymiskt, sum hevur ligið á láni. Tann eina dagin havi eg hugna mær, gjørt reint og notið tíðina. Og so næsta dag havi eg verið totalt blah, og havi verið óttafull. Øll óvissan, sum fylgir við hesari tíðini er ógvuliga løgin.

So hugsi eg eisini, at uppá onkran máta er tað eisini gott fyri okkum øll at uppliva hetta. Tí vit eru ordiliga blivin uppsteðgaði, og vit síggja hvussu viðbrekin vit faktiskt eru sum menniskju. At nakað so lítið sum eitt virus kann skapa so nógvan ruðuleika um allan heimin. Og samstundis eru vit eisini sterk sum menniskju. Vit megna at lyfta okkum uppum teir trupulleikar vit munnu koma í. Til dømis við at fáa tað besta burturúr hesi tíðini. Øll tiltøkini sum eru gjørd á netinum. Øll video’ini, allir sangirnir, sum eru sungnir.

So hugsi eg um allar avleiðingarnar hetta fær fyri fíggjarstøðuna í heiminum. Fyri allar tær smáu fyritøkurnar, sum ikki hava nógvar resursir at bjarga sær við, í eini kreppustøðu sum hesari. Um øll tey fólkini, sum fara at blíva uppsøgd.

Eg hugsi um tey, sum eru sjúk, og mugu verja seg enn meira enn vanligt. Og tey eldru, tey sálarligu sjúku, tey sum búgva ymiskum bústovnum, sum ikki hava møguleika at síggja síni kæru eins nógv.

Hetta vikuskifitð bleiv eg mint á týdningin av at vera takksamur fyri at hava eina góða familju og eitt trygt heim. Harafturat hava eg eisini verið ótrúliga takksom fyri trampolinir, haha.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s