Mikudagin fyri einari viku síðani filmaði eg ein dag í lívinum. Nógvir tímar eru farnir uppá at gera hetta vælsignaða video. Tað tekur langa tíð, men eg elski at gera tað, og tí geri eg tað. Men tað endaði so við, at video’ið slettaðist, tí at teldan hjá mær var ov full, og tað kundi ikki goymast. So eg havi havt nakrar tøkni frustratiónir!
Men jújú, teldan skal sjálvandi eisini ruddast innímillum, eins og eg ruddi mítt hús og koyri burtur. So tað fekk eg eisini líka orna eitt sindur av í dag. Ná, men mikudagurin í síðstu viku, sum eg filmaði, gekk faktiskt ógvuliga væl, eg fekk nógv burtur úr degnum, og tað gekk væl við heimaskúling og restini. Men tað skal so sigast, at dagurin eftir var fullkomiliga blah! Vit fingu einki burtur úr, og eg føldi eitt sindur av angist av at hugsa um alt tað, sum hendir beint nú rundan um okkum.
So eg avgjørdi at gera eitt vikuskema, sum vit kunnu brúka hesar vikurnar meðan børnini eru heima, og broytingar eru í dagligdegnum. Hetta gjørdi eg fyri at bjarga mær sjálvum, fyri at hava ein greiðan struktur, so at eg megnaði betri at koma ígjøgnum dagin, og eisini fyri børnini, at tey eisini skulu hava eitt sindur av strukturi, sjálvt um tey eru heima allatíðina.
Nú hava vit so roynt skemaðið í nakrar dagar, og vit hava tillaga tað eitt sindur, so at tað blívur meira realistiskt. Men tað riggar simpulthen so væl!
Hetta er ein góð tíð til at hugsa um at gera ting, sum man altíð hevur viljað gjørt, men bara ikki hevur havt møguleikan ella tíðina til tað. Ella gera tað, sum man kanska ikki altíð heldur vera so spennandi, men man veit, at tað skal gerðast, sum td.:
- Rudda smykkuskrín – eg havi eitt hampiliga stórt smykkuskrín, sum alvorliga treingir til at blíva rudda
- Organisera uppskriftir – eg havi bæði uppskriftir á fb, sum eg havi goymt, onkrar eru á telduni, onkrar á telefonini, og so onkrar í einari uppskriftsmappu. Men eg hevði so gjarna vilja, at tær allar vóru samlaðar á einum stað, og at eg avmarkaði mongdina av uppskriftum, so at tað var eitt sindur lættari at fara í gongd við at gera eitthvørt
- Rudda rótiskuffuna – eg giti, at vit øll hava eina skuffu, sum vit bara blaka alt møguligt í. Hjá okkum er tað eitt skáp. Har er gott nokk eitt sindur av ordan í, men alt ov nógv órudd.
- Rudda og organisera pappírir – ja, hvat skal man siga. Pappírir eru altíð. Allastaðni.
Harafturat kann man eisini spyrja børnini, um tey hava nøkur serlig ynski, og síðani lata hugflogið ráða. Um man hevur tørv á inspiratión til aktivitetir, so er góð hjálp at heinta á Pinterest ella Youtube.
Her í húsarhaldinum hava vit tíbetur øll góða heilsu, og tað eru vit takksom fyri, men samstundis fara mínir tankar og mínar bønir eisini til tey, sum ikki hava góða heilsu, og hava brúk fyri at verða vard ímóti hesum keðiliga virusi. Mugu vit øll koma væl burtur úr hesari tíðini!
p.s. av tí at eg mátti klippa filmin umaftur, eru summir feilir komnir í, sum eg havi gloymt at rætta. M.a. stendur mitt í video’num: “Directed by Eva Guttesen”. Hetta er komið automatiskt, tí á mínari teldu eri eg enn registrera við mínum gamla eftirnavni. Oh well! Vónandi bera tit yvir við mær, haha.