Jólini 2019

Hesi jólini hava verið sera hendingarík. Eg byrjaði aftur at arbeiða eftir at mín barsil var liðugur t. 17. Dec. Tað var bæði deiligt og løgið at byrja aftur. Liam er tíbetur ikki farin á stovn enn, tí at eg arbeiði so lítið, at tað riggar at hava hann heima. Tað eri eg sera glað fyri.

Vit fóru til Klaksvíkar at halda jól í ár saman við mammu og ommu Ólavi. Veðrið var av tí allarfagrasta, tá ið vit koyrdu norður jólaaftan, so tað var ógvuliga deiligt. Vit fingu tveir sera hugnaligar dagar har norðuri, har vit m.a. vitjaðu grøvina hjá abba Ólavur, sum fór frá okkum í 2019. Eisini sera vakurt og friðsælt tann dagin at vitja grøvina, og síggja yvir ta vøkru náttúruna.

2. Jóladag vóru vit bjóðaði til nátturða hjá systi míni, sunnudagin 29, vóru vit hjá mammu mínari, t. 30 hjá mostir Ólavi, og so nýggjársaftan aftur uppi hjá systi. Sera hugnaligt. Hesi jólini hugsaði eg at gera ein vlog, og eg kom ikki til at filma longur enn beint eftir jól, so nýggjárið er ikki komið við, men eg haldi ikki at tað bilar nakað. So her er eitt sindur frá okkara jólum í 2019:   

Jólini 2019

1 thoughts on “Jólini 2019

Ger eina viðmerking