Eg elski at baka. Og at baka á jólum er nakað heilt serligt. Og hvørji jól fái eg eitt serligt ynski um at baka smákøkur. Eg haldi, tað er okkurt við, at tað angar av granni og bakstri, sum hevur øll møgulig lekkur kryddaríir, so sum kanel og ingifer. So í øllum rokanum, royni eg altíð at finna tíð til at baka, óansæð hvussu troytt eg eri, og hvussu lítla tíð eg havi. So eg hugsi at deila mínar yndis uppskriftir. Onkrar nýggjar eru, sum eg havi roynt fyri fyrstu ferð, og tær eru super lekkrar.
Havragrýnskøkur

Hesar klassisku smákøkurnar eru bara altíð eitt stórt hit heima hjá okkum. Hesa uppskriftina havi eg fingið úr einum hefti, sum ein skúlaflokkur seldi einaferð. Mær dámar so væl akkurát hesa uppskriftina, tí hon minnir meg um tær havragrýnskøkurnar, sum omma mín, Karin, plagar at baka. So lekkur uppskrift!
Tilfar:
- 200 gr smør ella margarin
- 250 gr sukur
- 175 gr havragrýn
- 40 gr kakao
- 2 tsk bakipulvur
- 2 egg
- 1 glas mandludropar
Smørið/margarini skal vera bleytt. Elt alt tilfarið saman. Rulla smáar kúlur, uml 2 cm í tvørmál. Legg á bakiplátu við bakipappíri. Trýst á kúlurnar við einum gaffli, so stríput mynstur sæst á køkunum (Gott tip: koyr gaffilin í kókað vatn millum hvørja kúlu, so at hann ikki hongur fast í køkunum). Baka ovarlaga í ovninum á 175 stig í uml. 8-10 min.
Chocolate chip cookies


Hesar havi eg bakað fyri fyrstu ferð í ár. Prøvaði køkurnar hjá kenningi, og helt at tær vóru verdar at royna at bakað sjálv. Og eg má siga, at hetta eru tær bestu sjokoláta chip cookies eg nakrantíð havi smakkað. Tað hevði verið stuttligt at roynt tær við hvítari sjokolátu eisini. Hendan uppskriftin verður mátað í cups.
Tilfar:
- 2 cups mjøl
- 1/2 tsk natron
- 3/4 cups smør
- 1 cup putursukur
- 1/2 cup sukur
- 1 spsk vanilju ekstrakt
- 1 egg
- 1 eggjablommu
- 2 cups sjokoláta knappar
Blanda mjøl og natron. Rør síðani smeltað smør, putursukur og sukur saman. Píska vanilju ekstrakt, egg og eggjablommu niður í, so tað blívur lætt og kremut. Blanda síðani tað turra tilfarið í. Rør síðani spakuliga sjokoláta chips í deiggið. Legg køkurnar á bakiplátu við bakipappíri við einari spísiskeið, og ger tær nokk so flatar (køkurnar eru stórar). Baka í 10-14 min á 165 stig.
Amaretto

Hetta eru tær smákøkurnar, sum bara er eitt must fyri meg at baka, og eru absolut nr. 1 á mínum lista. Eg elski alt við marcipan! Og hesar fantastisku smákøkurnar eru so einklar at gera, men smakka himmalskt, og hava eitt sindur av klassa yvir sær. Hesa uppskriftina havi eg fingið frá fastir mínari.
Tilfar:
- 500 gr marcipan
- 200 gr sukur
- 1 pasteuriserað eggjahvíta
- Flormelis
Blanda marcipan og sukur. Tilset eggjahvíta. Rulla deiggið í kúlur. Trýst á kúlurnar við trimum fingrum. Turka í ein tíma. Bakast 10-12 min á 210 stig. Verð varin, at botnurin ikki brennist.
(Gott tip: man kann koyra 150 gr sukur í, um man ikki vil hava tað ov søtt, men sjálv koyri eg altíð 200 gr í, tí eg elski tað søtt)
Sirupskøka


Hesa uppskriftina fann eg síðsta ár á facebook, haldi eg. Og eg prøvaði so at baka hana, og fall pladask fyri henni. Mah, hetta er bara ein so lekkur køka, serliga við smøri á.
Tilfar:
- 3,5 dl sirup
- 250 gr sukur
- 100 gr smør
- 750 gr mjøl
- 1 tsk nellikar
- 2 tsk kanel
- 2 tsk ingifer
- 2 tsk natron
- 4 dl kirnumjólk
Koyr smør, sukur og sirup í eina grýtu, og lat tað smelta saman, inntil sukurið er upployst. Blanda mjøl við natron og kryddaríunum. Rør mjøl og mjólk skiftivís saman við smørinum, sukrinum og siruppinum. Bakast í stórum rugbreyðsformi niðarlaga í ovninum á 150 stig í 1 ½ tíma.