Tað byrjar at blíva kaldari. Dagarnir eru myrkari og styttri. Beint nú, sum eg siti og skrivi við vindeyganum opið, hoyri eg regndroparnar uttanfyri. Stormur hevur verið í nátt. Regnið og vátakavin hava kappast um at prýða jørðina. Í síðstu viku var tað bítandi kalt, og sera vakurt og klárt veður. Heilt niður í 0- og minus stig. Soleiðis skiftir tað ofta um heystið og veturin. Nær byrjar veturin egentliga? Olivia hevur spurt meg nakrar ferðirnar, nær vit hava vetur. Men eg veit faktiskt ikki akkurát presis, nær veturin byrjar. Ná, men líkamikið. Mítt hæddarpunkt í hesi myrku tíð er jólapyntið og ljósperur, stjørnuklárar nætur og kavin. Jólatónleikur og bakstur.

Síðsta ár byrjaðu vit at geva adventsgávur til børnini. Áðrenn tað gjørdu vit ikki nakað serligt við jólakalendarar uttan teir við sjokolátu í. Tað fáa børnini so eisini í ár, og tað eru tey sera glað fyri, og hava ikki tørv á pakkum hvønn dag. Tað er lætt at síggja pakka/adventskalendarar sum pengar út ígjøgnum vindeygað, men eg síggi hvussu glað børnini vera, og hvussu vit hugna okkum við at opna gávur adventsdagarnar. Og harafturat kunnu gávurnar vera eitt lítið sindur størri, enn um tey fingu hvønn dag. Hinvegin nýtist tað ikki at vera so, tí eg vænti, at børnini eru glað, bara tey fáa ein pakka at pakka upp. Til dømis, tann fyrsta sunnudag í advent fekk Olivia shampoo og balsam, sum luktaði lekkurt. Tað ynskti hon sær. Eli fekk ein pakka við cars blýanti, viskileður og ílæt. Tey vóru sera glað fyri tað. Ofta eru nógvar aðrar útreiðslur í december og vetrarmánaðunum. So sum nýggjar gummistilvar ella vetrarstilvar, kavaklæðir o.s.fr. So tað ræður um at raðfesta rætt, og samstundis fáa nógv hugnaligt burtur úr.
Í okkara forbrúksmentan kann tað vera ógvuliga lætt at allatíð hugsa at keypa tær størstu, flestu og dýrastu gávurnar. Ístaðin fyri at vera realistiskur og ikki keypa meira enn man hevur møguleika til, og ístaðin læra børnini at vera glað fyri tað tey fáa, óansæð hvat tað er, setur man press á seg sjálvan, og lærir børnini tað mótsætta. Eg lærdi sjálv sum barn, at vera glað fyri allar gávur, og at eg kundi ikki fáa alt, sum eg peikaði á. Eg føldi ongantíð, at vit vóru fátøk sum familja, og mamma tosaði ongantíð um, at vit ikki áttu pengar. Eg føldi meg altíð ríkan, sjálvt um vit ikki høvdu so ógvuliga nógv yvirskot av pengum. Mamma plagdi bara at siga, nei, hatta kostar ov nógv. Og eg átti nóg nógvar leikur, og nóg nógv klæðir, og hugsaði ongantíð stórvegis um at nakar annar átti betri enn eg. Alt hetta ynski eg eisini at læra og leggja í míni børn. Eydnast tað altíð? Nei, als ikki. Eg kann ofta detta í hesa ”ááá, hon má hava ta størstu og dýrastu gávuna” felluna. Men eg læri meg at halda høvdið kalt, og ikki taka avgerðir, uttan at fyrst hava ”talt pengarnar.” Tað hjálpir eisini, at eg og Ólavur stuðla hvørjum øðrum, og tosa um hvat er realistiskt, og hvussu vit gera við gávum til børnini o.s.fr. Haldi tað hevur týdning, at minna seg sjálvan á, at tað sum børnini veruliga ynskja er samveru við teg sum foreldur, at brúka tíð saman til at práta, spæla, at vera til staðar.

Eg og Eli hava bæði føðingardag síðst í november, so eg royni altíð at pynta jólapynt áðrenn tað. Tað náddu vit so eisini í ár. Eg elski at pynta jólapynt, serliga um tíðin er væl sett av til at gera tað. Tíbetur er tað lítið heima hjá okkum, so tað er ikki so nógv at pynta, spekuleri uppá hvussu tað man fara at vera, tá ið vit einaferð fáa hús…ná, men óansæð…eg plagi at taka næstan øll nips tingini burtur, og so fylla vindeyguni og hyllar við jólapynti. Og mær dámar best, tá ið tað er nokk so traditionelt, og ikki for sterilt.
Eg minnist, at tá ið eg var og ferðaðist í Avstraliu fyri umleið fimtan árum síðani, fann eg tey lekkrastu jólapyntini, og jóladúkar. Eg elski tað. Eisini vildi eg so gjarna taka onkra fitta jólamynd av børnunum. Einki professionelt, bara eg sjálv, sum gjørdi eina lítla pyntaða bakgrund og so børnini í líka stríputum blusum og nissuhúgvum. Haldi tað riggaði heilt væl. Men okkurt árið haldi eg tað hevði verið stuttligt at fari til ein ordiligan fotograf at tikið myndir.

Tey síðstu árini eri eg byrjað at hugsa nógv meira um barnaminnir frá jólum. Eg hugsi serliga um pápa mín, Eli, og ommu mína Henny. Míni minnir frá Henny ommu á jólum eru bara góð. Tað var altíð so hugnaligt uppi hjá henni á sundvegnum. Hon dugdi so væl at pynta, serliga minnist eg nakrar pappír klokkur og stjørnur í farvum, sum hingu í vindeyganum. Eg merki bert frið og gleði, tá ið eg hugsi aftur á tað. Tað er fantastiskt at eiga góð minnir. So hugsi eg um babba, og hvussu nógv eg sakni hann um jólini. Eg flenni við mær sjálvum, tá ið eg hugsi um tað, sum mamma fortaldi mær, um at hann elskaði at fáa jólagávur, og vildi helst hava so nógvar sum gjørligt, haha. Og so lurti eg eftir honum syngja á jólabandinum hjá Frelsunarherinum, sum hann gjørdi saman við øðrum stutt áðrenn hann doyði.
Samstundis sum eg gleðist yvir góð og rík minnir, vil eg eisini læra meg at vera til staðar í núðinum. At hugna um, og minnast til at steðga upp, hóast tað er nógv res, nógv sum skal orðnast, og fleiri tiltøk at fara til. Tí hvat snúgva jólini seg um fyri meg? Eg eri kristin, og fleiri eru við mær, sum halda jól, tí at Jesus var føddur, og tí er tað ein stórur partur av jólum – boðskapurin um Frelsara okkara, Jesus. Men eisini fyri tey, sum ikki eru trúgvandi á nakran hátt, kann jólatíðin vera nakað heilt serligt. Tí tað kann vera eitt gott høvi til at steðga á í lívinum, at deila ríkar løtur saman við familju og kenningum. At hugsa um árið, sum farið er, og reflektera yvir hvussu lívið kann gerðast betri. At minnast at takka fyri allar signingar (tí tær eru mangar), og samstundis gleðast yvir at signa onnur, at geva gávur, og geva av sínari tíð til at hjálpa. Mugu hesi jólini vera góð og rík fyri okkum øll, og má Gud vælsigna okkum øll við sínum yvirnáttúrliga friði.
“Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði: “Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!”” (Lukas kap. 2, v. 13-14)