Eg gleði meg til eg sleppi at sova aftur!

Síðsta vika var ein serliga strævin vika. Ólavur hevur arbeitt nógv í seinastuni, og serliga hektiskt ta vikuna, og tað hevur kravt eitt sindur meira av mær á heimafrontinum. Eg merki so væl, tá ið Ólavur er her minni, tí vit mest sum hjálpa hvørjum øðrum við tí mesta heima, tá ið hann er komin heim frá arbeiði. So sum at koyra børnini í song, í bað, at gera døgurða, rudda av osv. Tað, at tað hevur verið so hektiskt, hevur heldur ikki verið gott fyri mína angist.

Tað allar ringasta er tó næturnar. Liam er 8 mánaðar nú, og fyri umleið einum mánaða síðani byrjaði hann at vakna so ofta um náttina. Hann er altíð vaknaður ofta, men hann byrjaði at bert vakna tvær ferðir, og svav sum heild væl.

Hann svevur sum oftast tveir lúrar um dagin, sum vara umleið 1-2 tímar í part. Hann fær fløsku áðrenn lúrarnar. Hann etur annars væl, tríggjar máltíðir um dagin, og sum oftast eina millummáltíð seinnapart.

Hann fer í song umleið kl 19, og sovnar sum oftast væl. Tá fær hann fløsku. Hann plagdi at sova til uml 1 um náttina, men nú er hann byrjaður at vakna kl 22.30, tá ið vit fara í song. Tað virkar eitt sindur sum hann forstýrast av okkum, tí hann svevur jú inni í okkara kamari. Eg eri byrjað at geva minni og minni bróst, so tá hann vaknar fyrstu ferð um náttina, gevi eg honum fløsku.

Men so ígjøgnum náttina kann hann gott vakna fleiri ferðir, er ringur at fáa at sovna aftur, og kann gott vera vakin í upp til ein tíma mitt á nátt. Hetta er sera, sera møðandi. At vakja um náttina má vera tann størsti tortururin sum er. Ella kanska har er okkurt, sum er verri, men tá ið man situr mitt um náttina og bara vil sova, og man ikki sleppur at sova- tað er í hvørt fall ógvuliga strævið.

Ná, men eg royndi so at leita mær hjálp á netinum, og las eitt sindur, fyri at finna útav, um nøkur onnur mamma upplivdi tað sama. Havi eisini tosa við aðrar mammur, sum siga, at tær hava uppliva tað sama. Tað eru nokk flestu mammur, sum uppá eitt ella annað tíðspunkt hava uppliva at teirra børn hava vakt um náttina. Eg minnist, at Eli plagdi eisini at vakna ofta um náttina nokk so leingi, men hvørki Eli ella Olivia hava verið vakin leingi og ikki sovnaði aftur.

Tað, sum eg læs meg fram til, var, at tá ið børn eru um 8-10 mánaðar aldur, uppliva tey seperatiónsangist. Hetta kemur av, at tey eru meira bevíst um teirra umheim. Harafturat byrja tey at blíva meira aktiv, byrja at duga meira. Hetta ger, at tey kanska hava trupult við at ordiliga fella til ró. Hetta saman við seperatiónsangistini ger, at svøvnurin um náttina kann verða forstýraður.

Liam er ógvuliga aktivur um dagin. Ógvuliga nógv er hent útviklingsmessiga hjá honum síðani hann bleiv hálvt ár, so tað forklárar nokk hansara óró um náttina. Harafturat hevur hann eisini fingið tvær tenn.

Men hvat hava vit so gjørt fyri at fáa tað lættari um náttina. Tað fyrsta er tíðin beint áðrenn Liam fer í song. Hon verður hildin so rólig sum gjørligt, og vit hava eina fasta seingjarrutinu, við blæu skift og lata í náttklæðir inni á wcinum, síðani fær hann eina fløsku, meðan hann liggur í okkara song, og verður so ruraður eina løtu, inntil hann durvar. Verður so lagdur í sína song. Onkuntíð reisir hann seg upp aftur, og tá verður hann líka tikin upp og ruraður aftur, inntil hann fellur heilt til ró, og er so gott sum sovnaður. Síðani er tað sjálv náttin. Av tí at eg eri heilt givin at geva bróst (hann boppaði fleiri ferðir um náttina), gera vit nú ístaðin tvær fløskur av erstatningsmjólk, tá ið vit fara í song. Eina við 180 ml og eina við 150 ml. So balla vit tær inn í dýnu og teppi fyri at halda hitanum, og Liam vaknar sum oftast tá ið vit fara í song, ella beint aftaná. So fær hann 180 ml tá, kemur yvir í okkara song, og svevur hjá okkum restina av náttini. Tá ið hann vaknar aftur uml kl 3 fær hann 150 ml fløskuna. So hugsa vit at minka seinnu fløskuna niður í lítið og einki, so hann venur seg av við tað, og kanska bara vaknar eina ferð. Men tað fáa vit at síggja.

Og so tað týdningarmiklasta! Tað er, at Ólavur tók eitt sindur yvir í nakrar dagar. Vit hava allatíð verið bæði um Liam um dagin við blæuskifting og at geva mat osfr. men um náttina havi eg havt hann, sjálvsagt vegna tað at Ólavur arbeiðir og skal upp tíðliga, og at eg havi givið bróst. Men eg var simpulthen so útlúgvað, at tað var einki annað at gera at lata Ólavur taka yvir. Og tað gekk simpulthen so væl! Tað hevur alvorliga bjargað mær! Eg plagdi at sova so illa, tí eg vaknaði av hvørjum lítlum ljóði, sum kom frá Liam, men nú tá ið hann liggur hjá Ólavi, kann eg ordiliga sova djúpt og væl, og eg føli meg so nógv betri til passar.

So eg má siga, at tað gongur tann rætta vegin, og har er ljós fyri endanum av tunlinum!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s