Liam er hálvt ár og ein mánaða!

Teir síðstu seks mánaðirnir hava verður nakrir av teimum harðastu, og nakrir av teimum bestu í mínum lívi. Mín deiligi lítli gullklumpur kom til verðina, og ríkaði mítt lív, so at eg nú kundi gleðast um at eiga trý deilig børn.

Tær fyrstu vikurnar aftaná Liam varð føddur vóru ógvuliga strævnar, tí eg skuldi venja meg við at fara frá at hava eitt ”par” av børnum til at knappliga eiga ein ”bólk” av børnum. At fara frá tvey til trý børn er nokk tað mest útfordrandi, serliga, um tey eru tøtt.

Men Liam hevur verið ógvuliga góður, og hevur verið raskur at soðið frá mær. Tað riggaði beinanvegin. Tað, sum var hart, var manglandi svøvnur, og at fáa hann at sova um dagin. Tað er enn eitt sindur útfordrandi við svøvni, men tá ið man veit, at tað bert er í eina tíð, so klárar man tað.

Tíðin frá 4 mánaðum til 6 mánaðir hevur gingið simpulthen so skjótt! So nú skal eg ordiliga fylgja við. Men eg hugsaði at skriva nøkur punkt niður, um hvussu Liam er vaksin hesar seks mánaðirnar, hvar hann er henni nú, í sínari útvikling:

Rørsla – Liam byrjaði at venda sær á ryggin tíðliga, umleið tá ið hann var 3 mánaðar. Nú akar hann eftir gólvinum, og hann fer líka upp á ”grulvi positión”, og grulvar eitt lítið sindur. Hann er byrjaður at hála seg upp, við at halda í onkrum, og so seta seg upp á knøini. Hann er eisini byrjaður at hála seg upp á beinini! Nokk so skjótur í útviklingini, og tað gevur eisini trupulleikar, tí hann koppar lætt, og fær snuddir. Hann dugir at seta seg sjálvur eisini. Annars so elskar hann at hoppa, og hevur sum heild nógva orku. Hann er ein tungur drongur, vigar uml 11 kilo og er uml 72 cm langur. So tað er útfordrandi, tá ið man skal bera hann nógv.

Matur – Liam byrjaði at eta greyt, tá ið hann var fýra mánaðir, og tað gekk ordiliga væl. Tað tók sjálvandi eini tvær vikur hjá honum at venja seg við greytin, men aftaná eina tíð dugdi hann væl at svølgja og eta. Nú etur hann so gott sum alt. Hann fær enn greyt, sum oftast mais greyt, men nú etur hann eisini breyðbitar, og døgurða-sum oftast epli, gularót og okkurt kjøt ella fisk. Breyðið bloyti eg eitt sindur í vatni, so at tað ikki er ov hart og setist í hálsin. Hann fær fløsku við Nan mjólk um dagin, og um náttina boppar hann frá mær. Annars sleppur hann eisini at prøva alt møguligt sum vit eta.

Spæl – hann spælir við alt, sum er spennandi. Hálar í bøkur, fer í skuffur, tekur fløgur og dvd niður av hyllunum. Spælir við sleivir og grýtur. Hann dámar alt, sum larmar og syngur. Tær baby leikurnar, sum hann hevði, tá ið hann var minni, eru ikki spennandi longur, so tað ræður um at vera kreativur, og geva honum ymiskt at spæla við. Annars hevur hann akkurát fingið eina hoppugyngu, sum stendur á gólvinum. Hana dámar honum væl.

Svøvnur – Liam vaknar umleið kl 6 um morgunin, og so svevur hann tveir til tríggjar blundar um dagin, sum vara ein til tveir tímar hvørja ferð. Klokkan 7 um kvøldið fer hann so í song. Hann vaknar enn nokk so ofta um náttina, so tað kann blíva strævið, og eg eri sum oftast ógvuliga móð um morgunin. Men Ólavur fer upp við honum, so at eg kann leggja meg aftur eina løtu. Tað hjálpir ógvuliga nógv.

Mál – Hann sigur baba og ymisk sjálvljóð, og flennir. Tað er so stuttligt, tá ið tey byrja at siga ymiskt, og royna at læra seg at koyra tunguna út, og spegla tað, sum vit gera. Tá ið eg syngi, smílur hann beinanvegin, og byrjar at dansa eitt sindur.

Hatta eru nøkur av teimum tingunum, eg havi fingið notera mær niður um Liam beint nú. Eg havi eina bók, sum eg skrivi alt í eisini. Tann bókin, sum eitur ”Bókin um teg”. Ein ordiliga fitt bók á Føroyskum, sum er stuttligt hjá Liam at hyggja aftur í, tá ið hann blívur størri.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s