Tíðliga í summar fekk eg eitt hugskot um at vísa, hvussu ein dagur í lívinum hjá mær er, meðan eg eri í barsil. Eg hugsaði fyrst um at skriva alt niður, men so helt eg tað vera nokk so stuttligt at prøva og filma alt. Tað gjørdi eg so. So havi eg sitið og baksast við tað í alt summar, við redigering osv. (tað tekur eina løtu, tá ið man ikki er vanur við tað, haha), men nú er tað so endiliga liðugt.
Eg var eitt sindur í iva, um eg yvirhøvur skuldi koyra tað út, tí tað er kanska ikki so spennandi at síggja uppá meg mest sum bara rudda í einar 20 minuttir. Men eg havi kortini valt at deila tað, tí hetta er ein vanligur dagur hjá mær. Tá ið man er í barsil, fer ógvuliga nógv tíð við at rudda og vaska klæðir. Sjálvandi hendir alt ikki eftir bókini hvønn dag, og onkuntíð eri eg ikki ”ajour” við mínum rutinum. Men akkurát hendan dagin fekk eg deiliga nógv burtur úr. Eg gjørdi kanska for nógv av, tí eg varð ógvuliga móð, tá ið dagurin varð endaður. Eisini er eitt lítið brot, har eg upplivi angist, og má leggja meg. So als ikki bert ein perfektur dagur, men góður kortini. Vónandi halda tit, tað er stuttligt at síggja. Eg havi koyrt videobrotið út á youtube og linkið er niðanfyri. Hoyrast!