Mammu-dóttir date

At hava trý børn undir 7 ár kann vera møtimikið. Tíðin strekkir ofta ikki til, og tað kann vera útfordrandi at syrgja fyri, at hvørt barnið fær nokk av kvalitetstíð. Ta fyrstu tíðina aftaná man hevur átt, krevur baby sera nógva tíð, og uppmerksemi frá mammu, so mamma hevur ikki eins stóran møguleika at vera saman við teimum størru børnunum.

Bæði Eli og Olivia hava tikið sera væl ímóti Liam. Tey eru ógvuliga góð við hann, og har hevur ikki verðið nøkur øvundsjúka.

Børnini hava tó merkt, at nú er ein aftrat at deila uppmerksemi við. Serliga tann elsta, Olivia. So eitt sindur aftaná Liam varð føddur, byrjaði hon at spyrja meg, nær bara eg og hon kundu hugna okkum saman. Eg segði, at tað mátti vera, tá ið Liam var eitt sindur størri, tá ið hann ikki var so avhengigur av mær. So segði eg bara- umleið tá ið Liam er 4 mánaðir. Hetta helt Olivia fast í. Hon var sjúk stutt aftaná Liam var føddur, í umleið eina viku, og tá var hon so heima hjá mær. Og aftaná tað bleiv hon við at siga, á tað er deiligt at vera sjúkur, tí so kann eg vera heima hjá mammu, og vit báðar hugna okkum. Kjera! So Olivia hevur spurt meg næstan hvønn dag síðani hasa samrøðuna, nær 4 mánaðar eru lidnir. Ná, men tann 13 Juni, varð Liam 4 mánaðar, og eg avgjørdi so at leygardagin áðrenn skuldu vit báðar fara og hugna okkum.

Olivia slapp at avgerða hvat vit skuldu gera. Hon ynskti sær at fara í Burger King, og so í biograf aftaná. Vit hugdu eftir Alladin filminum. Ein ógvuliga góður filmur, næstan betri enn teknifilmurin.

Tað hevur stóran týdning fyri meg, at syrgja fyri at eingin av børnunum følir seg yvirsæddan. Onkuntíð kann tað vera ordiliga gott fyri børnini at hava eitt sindur av “ein og ein” tíð saman við foreldrunum. So tað at bara eg og Olivia fara út, ger at eg kann geva mítt fulla uppmerksemi bert til hana í ein heilan dag. Eg fyristilli mær eisini, at tað kann vera gott fyri systkinaflokkin, at tey fáa eina pausu frá hvørjum øðrum, og tí blíva glaðari, tá ið tey koma saman aftur. Ein nýggjur dynamikkur.

Vit báðar høvdu ein ordiliga góðan dag, og eg havi merkt eitt størri nøgdsemi á Oliviu síðani tá, og hon er longu byrjað at spyrja nær vit kunnu gera tað aftur.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s