Vælkomin á mín mammublog!

Eg havi leingi havt eitt ynski um at gera ein mammublog, bæði fyri at hava eitt kreativt outlet, og fyri at kunna vera erlig um allar tær útfrordringar og gleðir, sum koma í samband við at vera mamma. Eg eigi tvey deilig børn, og havi eftir báðar føðslar gingið í mammubólk, og eg havi dámt tað so væl! Eg elski, tá ið vit sum mammur kunnu “connect’a”, fáa samband ígjøgnum okkara felags upplivilsir, stríð og látrar.

Lívið broytist fullstendiga eftir man er blivin mamma, og onkuntíð er man mitt í tí, meðan man nýtir lívið, og aðrar tíðir leingist man aftur til tað tíðina, tá ið man kundi fara út tá ið man vildi, ella tá ið húsið var ruddiligt, ella man var úthvíldur.

Tað hjálpir, haldi eg, at vita, at man ikki er einsamallur, tá ið man hevur ein strævnan dag, at har eru túsundavís av øðrum mammum, sum hava tað akkurát á sama hátt sum tú.

Eg gleði meg at fara á hesa spennandi ferð saman við tykkum 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s